Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Framsýningar

Tórshavnar kommuna: Birgar Johannessen lat í fjør Tórshavnar býarsavni allar lutirnar í privata savni sínum. Framsýningin hjá Birgari stendur í gamla Tórs Kafeteria eitt stutt bil afturat, tí leigumálið gongur skjótt út.

Í hesum sambandi verður opið hvønn dag frá 8. apríl til 3. mai millum kl. 14 – 17. Skúlar og stovnar eru vælkomnir at vitja fyrrapartin.

Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi, og lutirnir frá Birgari verða partur av føstu framsýningini hjá býarsavninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo