Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Tiltøk

Í heystfrítíðini eru spennandi verkstovur, listaveiða og uppgávur til børn á Listasavninum.

Opið er frá kl. 11 til 16 mánadag til fríggjadag og tað er ókeypis.

Evnið er burðardygd, og tiltøkini varpa ljós á endurnýtslu, tilfeingi, náttúru og vistfrøði.

Hvønn dag kl. 11.30 og 13.30 er verkstova við listamanninum Jón Sonna Jensen. Saman við børnunum fer Jón Sonni at gera standmyndir úr burðardyggum tilfeingi og endurnýtslutilfari. Verkstovurnar egna seg best til børn í skúlaaldri, t.e. eldri enn 7 ár.

15 børn kunnu luttaka á hvørjari verkstovu, og atgongumerki eru at fáa í avgreiðsluni. Atgongumerki fáast frá kl. 11 og skulu nýtast sama dag. Til ber ikki at skriva seg upp.

Listaveiða er á skránni allan dagin. Børn og vaksin kunnu fara á veiðuferð í Listasavninum og loysa ymiskar uppgávur við støði í verkunum í savninum. Fleiri áhugaverd verk eru leitað fram úr goymsluni, millum annað eitt úr mannahári og eitt úr rekaviði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo