Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Sangarin Scott Weiland, kendur frá Stone Temple Pilots og Velvet Revolver, er deyður, 48 ára gamal.

Sambært Blabbermouth var hann funnin lívleysur í turnébussinum stutt áðrenn nýggi bólkur hansara Scott Weiland and the Wildabouts skuldi spæla á konsert í Minnesota.

Weiland var best kendur sum sangari í grungebólkinum Stone Temple Pilots, sum seldi 13,5 milliónir plátur bara í USA, sambært Billboard.

Fyrsta stóra hit var «Plush» frá teirra debutplátu «Core» (1992), sum seldi til átta ferðir platin í USA.

Weiland hevur stóran part av lívi sínum slitist við rúsmisbrúk, og hevur verið gjøgnum fleiri heroin-avrúsingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo