List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Krutl

Tá McDonalds lat aftur í Íslandi í 2009 keypti ein maður ein burgara við einum heilt serligum endamáli.

Hann hevði hoyrt, at hetta slagið av mati forgongur ikki, og tí vildi hann gera eitt sindur burturúr. Burgarin, við kipsi, ein sonevnd Happy Meal, varð sýndur fram á íslendska tjóðarsavninum í nøkur ár, men síðani 2012 hevur hann verið at sæð í eini glasmontru á einum vallaraheimi á Suðurlandinum.

Í dag koma fólk úr øllum herðashornum fyri at síggja burgaran, sum ikki er nógv broyttur hesi 10 árini, skrivar BBC.

Tað ber eisini til at síggja hann í eini beinleiðis stroyming.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo