Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Krutl

Sunnudagin á Seinsummardøgunum verður møguleiki at fara í biograf í Virkinum.

Tað verða tvær sýningar av filminum "Fuglefangerens søn". Filmurin er tikin upp í Gásadali, og byggir á eina søgu úr bygdini.

- Nú eru nógv ár síðan at tað var møguligt at fara í biograf á Sandi, og eru vit spent uppá hendan møguleikan, siga fyriskipararnir í einum tíðindaskrivi.

Fyri at gera tað til eina rætta biograf uppliving verður eisini møguligt at keypa Popkorn og annað afturvið filminum.

Seinsummardagarnir á Sandi verða 23- 25 august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo