At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Tiltøk

Í menniskjum góður tokki: Lat eina løtu av tíni tíð í november og bjarga jólinum hjá eini fíggjarligari sperdari barnafamilju. Í menniskjum góður tokki leitar eftir sølufólkum í øllum bygdum og býum (uttan í Suðuroynni), sum kunnu ganga hurð frá hurð og selja okkara jólakalendara.

Tær 2500 kr sum koma inn frá søluni av 25 kalendarum gera, at familjan kann keypa sær góðan mat inn til høgtíðina og børnunum tað gávuna, sum tey so brennandi ynskja sær. Fíggjarliga sperda familjan nýtist ikki at stúra fyri høgtíðini, men kann gleða seg til nakrar góðar og hugnaligar dagar saman við sínum kæru.

Tú kanst gera alla munin við at melda teg til sum sølufólk og soleiðis rætta eini sperdari familju eina hjálpandi hond. Alt sum kemur inn frá søluni fer óskert til jólahjálp til fíggjarliga sperdar familjur.

Udanfarin ár hava útvið 400 familjur havt tørv á eini hjálpandi hond á jólum, onki er sum bendir á, at støðan hjá hesum familjum er broytt seinata árið og tí er neyðugt aftur í ár at taka tøk saman, so øll børn í Føroyum kunnu gleða seg til jóla.

Jólakalendarin er eisini ein lutaseðil, har høvuðsvinningarnir eru tvær familjuferðir. Onnur er til til Mallorca og hin til Disneyland París. Harumframt ber til at vinna iPhone 6s
, Xbox One 500 GB við tveimum spølum, iPad Air, trampolin, bókapakkar við barna- og ungdómsbókum og ein røð av gávukortum frá ymiskum handlum.

Til ber at melda seg til sum sølufólk á okkara heimasíðu www.takk.fo og á Í menniskjum góður tokki síðini á facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo