Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Atgongumerkini til seinasta heimadystin hjá Leicester City eru til sølu á eini auksjónssíðu á netinum fyri £15,000, skrivar BBC.

Tað svarar til ein prís á 140.000 føroyskar krónur. Ella umleið 1.555 krónur per minutt fyri 90 minuttir.

Talan er um dystin móti Everton tann 7. mai, tá Leicester City kann gerast meistari.

Sambært BBC vóru atgongumerkini seld eftir bert 90 minuttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo