Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttafrádrátturin er hækkaður úr kr. 30.000 til kr. 50.000 um árið, galdandi frá 1. januar 2020

Marin Katrina Frýdal, núverandi forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavanr Kommunu, undrast á mongu ætlaninirnar, sum brádliga stinga seg upp í Hoydølum, skrivar KVF

Dreingir U21 vunnu í kvøld steypafinaluna ímóti B36 2-1, og harvið er AB U21 steypavinnarar 2020

Higartil eru staðfestir 13.047.202 tilburðir av koronasmittu í USA, sambært tølum frá Johns Hopkins-universitetið

- Enn er landsstýrið ikki komið við nøkrum uppskoti, sum forðar útlendingum at uppkeypa fastognir í Føroyum

Frískir koronasjúklingar høvdu færri, men meira máttmikið andevni móti virusinum eitt hálvt ár eftir sjúkuna

Frá hundinum Bogie á Filippinunum til ein pianist, sum hevur konsert fyri apum, jú, úti í heimi eru eisini hugaligar søgur og góð tíðindi

Kioskin Náttarravnurin, sum í nógv ár hevur staðið í miðbýnum í Havn og millum annað selt brennandi kærleika, er nú tikin burtur

Hvør fær hana fyrst, og um eg longu havi havt koronu, skal eg so vaksinerast? Stjórin í danska Heilsustýrinum Søren Brostrøm svarar

Søkt verður eftir dugnaligum smiði ella mekanikara til J&K Petersen Contractors

Mohsen Fakhrizadeh, sum er leiðari í atomprogamminum hjá Iran, sigst vera skotin og dripin, skrivar The Guardian

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið í Bønhúsinum á Hellunum fíggjarætlanina fyri 2021, sum javnvigar við 148.9 mió. kr. í mun til 185.6 mió. kr. undanfarna ár.

Norðurkoreanskir hackarar hava roynt at bróta seg inn í skipanina hjá bretsku heilivágsfyritøkuni AstraZeneca seinastu vikurnar, siga keldur fyri Reuters

Fólk frá brandstøðini eru í løtuni á Vaglinum og gera venjingar. Tað sigst at tey hava fingið eina áheitan frá jólamanninum

- Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty hava víst á, at áheitanir til Kvinnuhúsið eru øktar við 50% í ár, samanborið við 2019

- Býarplanurin fyri matr. nr. 264a, er broyttur soleiðis, at ein partur verður broyttur frá øki H (Frílendi) til øki B (Byggiøki/sethús)

- Vit plaga øll at hittast á Vaglinum at tendra jólatræið. Men jólamaðurin hugsar um, at eingin skal fáa koronu, og tí fer hann í ár at tendra jólatræið um náttina

Fólk fáa nú møguleikan at lata seg kanna fyri koronu allar jóladagarnar

- Kærleikskúlan avmyndar spógvan, sum eisini er ein Guds skapningur. Hann ger alt fyri at verja tey verjuleysu eggini – ja, er enntá klárur at geva lív sítt fyri tey

Svenska kanningarnevndin fer at kanna vrakið av Estoniu av nýggjum, skrivar Sveriges Radio

Í morgun var ársins Kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað á Listasavni Føroya. í ár er tað Eli Smith, listamaður, ið hevur myndprýtt Kærleikskúluna

Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum

Nakrar broytingar eru í jólaskránni í ár orsakað av Covid19. Nøkur tiltøk eru tillagað, meðan onnur eru avlýst

Framgongd hevur verið í sølu av elorku innan flestu kundabólkar higartil í ár, var staðfest á regluliga eykaaðalfundinum hjá SEV í dag

- Tað er umráðandi at fáa bygt Heimið til børn og ung við autismu, tí tørvurin á hesum tilboði er ovurstórur

- Gott 6.000 fólk hava fingið sær Samleikan, og áhugin hjá fólki at síggja síni ættarbond er stórur, sigur Ílegusavnið

Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík, hevur sent hesa jólaheilsan til børn og vaksin í Tórshavnar kommunu

Komandi dagarnar verður skipað fyri seks jólahaldum í kommununi

Skal í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag

Jólini í ár vera øðrvísi enn tey plaga. Men 2021 fer at líkjast einum vanligum ári sera nógv sigur heimsheilsustovnurin undir ST

Arbeitt hevur verið við ymiskum umborð síðani skipið kom til landið. Nú var klárt at loysa

- Eitt sjónarmið, sum sitandi samgonga hevur ført fram fleiri ferðir undir viðgerðini av uppskotinum um at byggja nýtt barnaheim, hevur verið, at tað er ov kostnaðarmikið at fara í holt við hesa byggiverkætlan nú

BREDDIN: Fortreytirnar hjá Atlantsflog, ferðavinnuni og samfelagnum sum heild fara at broytast munandi, tá ið koppingarevnið fyri korona kemur

Donald Trump forseti sigur sambært Reuters at hann fer úr Hvíta Húsinum tá ið valmenninir hava valt Biden 14. desember

Fleiri túsund savnaðust at siga Diego Maradona sítt seinasta farvæl

Fundur var á Meginskúlanum á Sandi í kvøld, har upplýst var, at tablettirnar, sum vóru funnar á skúlanum, høvdu ikki nøkur rúsevni í sær

Føroysk sjóvinna er í rívandi menning í løtuni, og umstøðurnar at vaksa og menna seg enn meira hava sjáldan verið betri.Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

»Vit uppliva, at tey inntriv, sum eru gjørd, hvíla á einum sera skroypiligum grundarlagi, og at álvarin í útbrotinum av Covid-19 ikki stendur mát við avleiðingarnar av inntrivunum«

Umsitingin hevur saman við Tórshavnar havn arbeitt við skipan av økinum kring sjálvan bátahylin, og í tí sambandinum er gøtan á brimgarðinum komin upp at venda

Loysnin er at hækka bryggjukantin við einari rampu, sum verður stoypt oman á bryggjuna. Tað ber ikki til at broyta verandi rampur, tí tær skulu framhaldandi brúkast til Ternuna

- Seinastu fýra árini er kommunan vaksin við í miðal 350 nýggjum borgarum á hvørjum ári

Kærleikskúlan 2020 verður avdúkað í Listasavn Føroya fríggjadagin 27. november kl. 10.00

Í meira enn 25 ár hevur Dansk-Rumenska missiónin, Rescue Mission, rikið evangeliskt missiónsarbeiði í fleiri rumenskum fongslum

Leygardagin 28. novembur verður liðkapping í amboðsfimleiki í Fimi

Á tíðindafundinum hjá donsku myndugleikunum í dag seinnapartin, var millum annað sagt, at Danmark fær ikki flokkimmunitet fyrr enn 2/3 av íbúgvunum eru koppsett

Sjónvarpsrásin TN boðar frá ófriði á Avenida 9 de Julio har fólk royna at koma til Casa Rosada at síggja kistuna við Maradona og siga sítt seinasta farvæl við fótbóltsgudin

Tað vísur ein kanning sum er á VP beint nú

“Barnalív og kyn í Føroyum”. Tað er heitið á nýggjari ph.d.-granskingarverkætlan

- Ein kollvelting skal til, og vit verða noydd til at taka ábyrgd fyri at varðveita okkara fjølbroytta mál við mongu dialektunum