Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

VP hevur fingið innlit í stevningina, sum P/f Enniberg hevur skrivað móti Fiskimálaráðnum.

Sakarkravið snýr seg um fimm ymisk viðurskifti:

1. Fiskimálaráðið skal dømast at rinda endurgjald fyri uppboðssøluna av fiski í Barentshavinum í 2016 og skal eisini rinda endurgjald fyri, at reiðaríðið ikki sambært lógina um serstakar treytir fekk loyvi at draga gjaldið fyri uppboðssøluna frá í avrokningini við manningarnar, sum annars galdandi manningasáttmáli ásetur.

2. Fiskimálaráðið skal á sama hátt dømast at rinda endurgjald fyri uppsboðssøluna av fiski í Barentshavinum í 2017.

3. Fiskimálaráðið verður dømt at viðurkenna, at § 7b í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap ikki gevur heimild at uppsiga øll veiðu- og fiskirættindi frá frá og við 1. Januar 2018.

4. Fiskimálaráðið verður dømt at viðurkenna, at § 7b í somu løgtingslóg hevur við sær, at Enniberg hevði ein forvantning um, at veiðu- og fiskioyvi felagsins fóru at vera endurnýggjað á nýggjárinum við 5 árum, tí felagið hevur yvirhildið allar treytir sambært verandi loyvir.

5. Um Enniberg ikki fær viðhald í nr. 3 og 4 verður Fiskimálaráðið dømt at viðurkenna, at ein uppsøgn av øllum veiðu- og fiskirættindum pr. 1. januar 2018 er eitt ognartøkuinntriv, deils tí felagið onga uppsagnarfreist hevur fingið, subsidiært at ein uppsagnarfreist uppá 10 ár ikki er samsvarandi galdandi rætti sum sigur, at uppsagnarfreistin skal verða í minsta lagi 25 ár.

Endurgjaldið er sambært stevningini fyri pkt. 1 og 2 ásett til 7,4 mil. kr. samstundis sum felagið krevur endurgjald fyri mistan vinning komandi árini, tí felagið metur, at ein uppsøgn við so stuttari freist av fiskirættindum felagsins er at meta sum eitt ognartøkuinntriv.

Stevningin er á heilar 26 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo