Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

Samlað tilmæli hjá serfrøðingabólki til “Departementet for Finanser og Skatter” í “Frágreiðing um tilfeingisrentuna í grønlendsku fiskivinnuni og uppskot til nýggj tilfeingisgjalds modellir”:

• Øll í veiðuni skulu geva sítt íkast til samfelagið fyri at gagnnýta felags fiskatilfeingið. Øll fiskasløg eiga tí at kunna verða áløgd gjøld, líkamikið um tey eru veidd av útróðrarbátum ella skipum.

Gjaldið eigur tó at vera á einum slíkum stigi, so veiðan framvegis kann rekast rentabult, og møguleiki er at reinvestera í nýggj veiðitól.

• Tað gerst sera fløkt, um eitt nýtt tilfeingisgjalds model skal taka atlit til eina økta góðsking av fiskinum og størri gagnnýtslu, økta útbúgving, javnari inntøkubýti v.m. Eitt nýtt veiðigjalds model eigur tí bert at vera eitt reint veiðigjalds model, meðan onnur atlit eiga at verða rokkin við aðrari lóggávu.

• Verður ein nýggj skipan sett í verk, eigur verandi brúkaragjald í fiskivinnuni at verða strikað. 

• Eitt nýtt tilfeingisgjalds model í tveimum stigum eigur at verða sett í verk fyri samlaðu fiskivinnuna í Grønlandi, har:

    • Stig 1 fevnir um eitt generelt veiðigjald, sum røkkur til útreiðslurnar, ið tað almenna hevur í sambandi við fiskivinnuna.

   • Stig 2 fevnir um eitt tilfeingisgjalds model, har gjaldið verður roknað sum ein partur av muninum millum prís og botnfrádrátt. 

   • Gjaldið í stigi 1 skal gjaldast líkamikið, hvussu stendur til í fiskiflotanum – eitt slag av einum atgongu gjaldi.

• Er gjaldið í stigi 2 hægri enn í stigi 1, er tað bert tað gjaldið, ið skal gjaldast. Gjaldið í stigi 1 er við til at tryggja landskassanum eina støðuga minimum inntøku. 

• Mælt verður til at varðveita kilogjaldið fyri pelagisku veiðuna, sum er í dag fyri makrel, sild og lodnu.  Gjalds takstirnir eiga at verða endurskoðaðir í samstarvi við fiskivinnuna hvørt ár, inntil nóg mikið er av búskapartølum til at greina fiskivinnuna og eftirfylgjandi at gera eitt gjalds model við einum botnfrádrátti, svarandi til tað sum verður skotið upp fyri restina av veiðiliðinum.

• Greiningarnar av, hvussu stendur til og av tilfeingisrentuni i grønlendsku fiskiveiðuni, eiga at verða dagførdar árliga, so tað loypandi verður mett um, hvussu gjøldini ávirka búskaparligu støðuna hjá vinnuni og íløguhug og mynstur.

• Tað eigur framvegis at vera eitt samstarv um at menna og víðka fráboðanar oyðubløð hjá heimastýrinum um fráboðan av framleiðslu og fíggjarligum upplýsingum viðvíkjandi vinnuligari veiðu, fyri at betra um innsavnan av neyðugum framleiðslu og fígjarligum upplýsingum frá fiskivinnuni, herundir eisini frá framleiðsluni á landi.

Hetta fyri at kunna uppbyggja tíðarrøðir, sum uppá sikt gevur møguleika fyri at gera búskaparligar greiningar av bæði parti av og samlaðu veiðuni.

Les frágreiðingina hjá serfrøðingunum - trýst her

Les eisini:

Serfrøðingabólkur: Uppboðssøla av kvotum virkar ikki í Grønlandi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo