Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tá David Petraeus herovasti í 2003 setti kós móti Bagdad á odda fyri 101'st Airborne Division gekk tað stórt sæð sum tað skuldi. Stutt eftir var Saddam Hussein rikin frá valdinum.

Men Petraeus var ikki heilt álviligur við støðuna, og víðagitin er filosofiski spurningurin, hann setti sær sjálvum: "Sig mær, hvar man alt hetta enda?"

Í dag, 15 ár seinni, er støðan í Persiaflógvanum aftur sera spent og sami spurningur er aftur á varrunum hjá nógvum. Hvar endar alt?

Orðið "Kríggj" er at síggja á breddanum í miðlum um allan heim. Og USA er til staðar við so nógvari hermegi, at tað kann tykjast trupult at síggja hvussu tað kann enda við nøkrum øðrum.

Men tað hevði verið reinur ørskapur. Tað hevði verið alt ov dýrt og hevði rakt allan heimin, sigur Peter Viggo Jakobsen, professari við Forsvarsakademiið við Jyllandspostin.

- Iran er fýra ferðir størri enn Irak, hernaðarliga er tað nógv sterkari og tað er nógv betri fyri til at føra kríggj á fleiri frontum, sigur hann.

Og miðilin hevur ikki funnið nakran annan ekspert, sum er ósamdur.

Kom eitt amerikanskt álop, hevði prestastýrið umgangandi stongt Hormuz sundið, har 25% av øllum heimsins oljuflutningi fer ígjøgnum, og tað hevði elvt til eina heimsumfatandi oljukreppu við himmalhøgum prísum. Harnæst hevði Iran hjálp Hizbollah at byrja eitt totalkríggj móti Ísrael og annars lopið á øll hugsandi mál hjá USA í Miðeystri, og tey eru ikki so fá. Iran hevði eisini fingið hjálp frá militsdeildum í Irak, Sýria og Yemen.

Ein annar serfrøðingur, Jyllandsposturin hevur tosað við, er Guido Steinberg sum er seniorgranskari í trygdarspurningum frá Berlin.

Hann heldur, at leypur USA á, so er mest sannlíkt, at tað verður iranska revolutiónsgardan sum verður málið.

- Hon er sum ein statur í statinum, við egnum búskapi og egnum herdeildum. Márættað álop á Revolutiónsgarduna kundi verið ein máti at hildið henni í stuttum tjóðri. Men tað hevði verið so provokerandi, at Iran uttan iva hevði svarað aftur uppá allar hugsandi mátar.

Serfrøðingarnir eru sum heild samdir um, at høvuðsendamálið hjá Donald Trump, forseta, er at ávara Iran. Hann hevur als ikki brúk fyri eini nýggjari oljukreppu beint uppundir valstríðið næsta ár.

Men hóttanir og psykologisk krígsførsla hava onki virði, um tær ikki veruliga ræða. Áðrenn tú veitst av kann annar av pørtunum kenna seg so hóttan, at hann leypur á, so spent sum støðan er við flógvan nú.

kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo