Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Tiltøk

Sangir hjá Brynleif Hansen

Í annaðkvøld, sunnukvøldið 16. okt. kl. 19, verður sangløta við felagssangi  í Siloa í Fuglafirði.

Hetta verður ein heilt serlig løta, tí ætlanin er at syngja sangir hjá Brynleif Hansen, trúboðara, sum doyði bert 33 ára gamal í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970, men sum í sínum stutta lívi kortini avrikaði so nógv. Brynleif var fuglfirðingur og hevði verið 80 ár nú 11. okt., um hann hevði livað.

Samrøða verður eisini við Elsu Djurhuus, sum var kona Brynleif.

Komið og syngið við! Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo