Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Komandi mikukvøld 30. januar  kl. 19.30 verður ein serstøk sangløta, har Ebenezerkórið, Betesdakórið og 17 Sangarar  fara at syngja.

Kórini koma at syngja nakrar sangir hvør sær. Síðani syngja  kórini  tríggjar sangir saman.  Samlaða kórið verður tá mannað við umleið stórthundrað sangarum.

Fleiri felagssangir eru eisini á skránni.

Jógvan við Keldu fer at hava ein stuttan boðskap undir heitinum “Samkoman í Betesda og trúboðan”. Í hesum sambandi verða nakrar fáar myndir vístar.

Eftir sangløtuna, sum varðar umleið ein tíma, verður samvera við einum drekkamunni.  

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Gjørt verður eisini vart við, at Kringvarp Føroya ger sjónvarpsupptøku av sangløtuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo