Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Joe Biden liggur væl fyri í veljarakanningunum og sostatt at gerast næsti forsetin í USA. Men Wall Street-íleggjararnir stúra fyri tí

Tað er ein »kvalandi dámur« yvir almenna tjakinum, sum at enda fer at spenna bein fyri okkara mest týðandi málum, ávara yvir 150 rithøvundar og listafólk um í einum opnum skrivi

Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð (FUR) 4. juli 2020 var Rói B. Poulsen afturvaldur sum formaður í felagnum

– Goymslurnar eru fullar og fiskur frá januar er enn ikki seldur, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, við Útvarpið

Fyritøkurnar, sum brúktu kranan til at byggja íbúðablokk, hava sett í verk kanning

Sambært Facebook vóru hetta kontur hjá persónum sum arbeiða fyri forsetan í Brasil, Jair Bolsonaro, og báðar synir hansara

Helena Kjeld letur upp mynda- og málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 11. juli kl 16:00

Forsætisráðharrin í Fílabeinssatrondini, Amadou Gon Coulibaly, svímaði fyrst og doyði so undir einum stjórnafundi

Talið av staðfestum smittutilburðum við covid-19 í heiminum er nú farið uppum 12 milliónir, vísur yvirlitið hjá Worldometers

Við loyvinum fær Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á sjónum uttan fyri Elduvík. Aliøkið hevur fingið eyðmerkingina AA-01, og loyvið er galdandi til 1. juli 2032

Leygardagin, 11. juli kl. 11.00 letur matstovan í SALT upp í nýggjum hami

Í dag varð semja undirskrivað millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av

- Í undanfarnu samgongu settu vit fleiri ítøkilig stig í verk fyri at styrkja Suðuroynna, soleiðis at góða gongdin í landinum eisini fevndi um suðringar

Næstan 35 prosent færri ferðaðust við strandfaraskipunum í mai samanborið við sama mánað í fjør, sambært Útvarpinum

Kom á 5 daga skeið 27. aug.- 2. sept. í Microsoft Power Bi sum ger tað lættari enn nakrantíð at analysera og visualisera data

Útstykkingarnar við Hálsatjørn og á Fríðufløtum eru handaðar Sjóvar kommunu

Aftur nú er eitt risastórt ísfjall komið at liggja beint út fyri Innarsuit norðan fyri Upernavik. Men tað er eingin vandi á ferð, sambært Sermitsiaq

Bakteriur eru staðfestar í vatninum í Nólsoy. Mælt verður tí til at kóka vatnið áðrenn drukkið verður

Boeing hevur góðtikið at rinda endurgjald til næstan øll avvarðandi hjá offrunum í flogvanlukkuni í Indonesia í 2018

- Hvussu ber tað til, at tað føroyska Landsstýrið uttan nakað mótmæli letur USA skalta og valta við Føroyum, sum eini viljaleysari nikkidukku?

Fisk&Kips bilurin hjá Sjógæti er í Suðuroynni hvønn mikudag og hósdag

Liggur nummar 5 á listanum yvir øll heimsins lond og nummar 3 yvir lond í Europa

"When Tjaldur Came This Summer" er arbeiðsheitið á einum filmi, sum pólski Kuba Witek ger í Føroyum í hesum døgum. Hann er av Warszawa-leiðini í Póllandi og hevur verið í Klaksvík síðan í januar, nú hann fyri fimtu ferð vitjar her

"When Tjaldur Came This Summer" er arbeiðsheitið á einum filmi, sum pólski Kuba Witek ger í Føroyum í hesum døgum. Hann er av Warszawa-leiðini í Póllandi og hevur verið í Klaksvík síðan í januar, nú hann fyri fimtu ferð vitjar her

"When Tjaldur Came This Summer" er arbeiðsheitið á einum filmi, sum pólski Kuba Witek ger í Føroyum í hesum døgum. Hann er av Warszawa-leiðini í Póllandi og hevur verið í Klaksvík síðan í januar, nú hann fyri fimtu ferð vitjar her

Bróðurdóttir amerikanska forsetan heldur, at bók hennara greiður frá, hvussu "heimsins vandamiklasti maður" var skaptur

- Tað eru nógvar løtur í tí farna, sum nørir um kórsangin og hava vit longu mangan frøtt okkum við tær konsertirnar, sum Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur havt undir leiðslu av Símuni Hammer, organisti í Gøtu kirkju

Nýggi hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum í dag

- Tað eigur at undra, at ein maður sum Johan Dahl, sum onga útbúgving ella vitan hevur innan telefoni ella KT, verður settur sum ráðgevi hjá einari fyritøku, sum júst selur telefoni og KT

- Í svari sínum roynir stjórin enntá at manipulera við tølunum fyri landafrøðiliga býtið av íbúðunum hjá Bústøðum

Forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, er koronasmittaður. Tað vísur nýggj kanning sum er almannakunngjørd nú seinnapartin

P/F Christian í Gróninum hevur í dag undirskrivað sáttmála um bygging av uppsjóvarskipi

VP spurdi stjóran í Bústaðir, Andras Róin, hví Bústaðir ikki selur burturav til tess at fáa fígging til nýggjar íbúðir, men tað er neyvan eitt gott hugskot, sambært stjóranum

 

Aðalfundurin í Føroyskum Miðlafólkum valdi aftur tey trý, sum stóðu fyri vali hesaferð

Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt tríára sáttmála við Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022

Tórshavnar kommuna skipar fyri eini ólavsøku, sum er so vanlig sum gjørligt. Onkur broyting verður tó

Kloakkskipanin oman eftir ovari parti av Karlagmagnusarbreyt verður dagførd. Tveir nýggir rottangar verða lagdir á økinum

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, og fylgi hennara vitjaðu Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í morgun

- Sum formaður í Javnaðarflokkinum havi eg ongantíð áður verið so stúrin um viðurskiftini hjá føroyskum familjum og einstaklingum sum hesa tíðina

- Soleiðis sum skipanin er í dag, hava hvørki skúlaleiðslan ella skúlamyndugleikarnir rætt at fregnast um ella spyrja, hvør orsøkin er til, at lærari verður sjúkrameldaður

Poulina Gardar vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri í summar. Vinningurin var gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum

Um almennu tilmælini um fjarstøðu, reinføri og um ikki at savnast í ov stórum tali verða hildin, so eigur einki at vera til hindurs fyri at halda grind til. Tað heldur Jacob Vestergaard

Og fleiri aðrar minni kanningar eru komnar til somu niðurstøðu

- Eingin ivi er um, at oljuleiting og orkuframleiðsla burtur úr olju her á landi skal steðga

Útskiftingarnevndin, fyri Uppsalahaga í Klaksvík, gjørdi 24. juni úrskurð í málinum. Hagin, ið var 15 ½ mørk, er býttur sundur í tríggjar hagar, ein ognarhagi og tveir festihagar

Allan juli mánað sýnir Jón Eirikur Joensen úr Miðvági nøkur av sínum listarverkum fram

Í gjár boðaði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum alment frá, at landsstýrið samráðist við USA um m.a. herflotastøðir í Føroyum, sendistovur, 5G netið og aðrar politiskar avgerðir mótvegis stórveldunum

Ítróttafeløgini duga betri at fáa kvinnur í nevndirnar enn sambondini gera