Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

SEV hevði lægra tilboðið uppá at seta vindmyllur upp á Eiði, og Orka hevur nú gvið SEV loyvi at byggja eina 18 MW vindmyllulund á Eiði.

Talan verður um seks vindmyllur av slagnum E82 – á 3 MW hvør – frá týska vindmylluframleiðaranum, ENERCON.

SEV bjóðaði 23,9 oyru fyri kWt, og hitt boðið á Eiði kom frá Magn, sum bjóðaði 26,2 oyru fyri kWt.

- Vit fegnast um, at orkumyndugleikin hevur avgreitt vindorkuútboðið á Eiði. Nú kann farast víðari við útbyggingini av vindorkuni, og harvið fáa vit spart munandi oljuútreiðslur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. 

Hann vísir á, at SEV vil arbeiða so skjótt sum gjørligt á Eiði, treytað av at øll loyvi eisini verða fingin til vega sum skjótast. Talan er m.a. um byggiloyvi, umhvørvisárinsmeting og loyvi frá friðingarmyndugleikunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo