Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

SEV er ein interkommunalur felagsskapur, sum virkar eftir elveitingarlógini, strongum krøvum um eltrygd og fyrisitingarligum reglum, eins og allir almennir stovnar gera. Tað skapar tryggleika og gjøgnumskygni í alla elskipanina.

Á hesum grundarlagi ber væl til at lata allar partar lyfta í felag í orkuskiftinum, soleiðis sum Hendrik Egholm, stjóri í Magn, vísir á í sínum aftursvari til grein hjá Bjørn á Heygum, advokati, 19. september 2019, har Bjørn á Heygum umrøður hetta týðandi gjøgnumskygnið og sera stóra týdningin, at SEV er við í vindorkuútboðunum.

SEV tekur undir við stjóranum í Magn, tá hann sigur, at vit skulu lyfta í felag. Somuleiðis eru vit eisini samd við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, sum á vinnudegnum fríggjadagin segði, at eitt samfelag í serflokki krevur samstarv millum vinnulívið og hitt almenna, og at allir partar tosa meira saman. Ein fortreyt fyri at lyfta í felag og góðum samstarvi er, at partarnir hava sama fatanarstøði og arbeiða út frá sama endamáli. Tí hevði verið skilagott, at partarnir á orkuøkinum sum skjótast seta seg niður og finna ein felags grundvøll at fremja orkuskiftið á.

SEV er til reiðar at sessast við runda borðið saman við hinum pørtunum í orkuskiftinum, men áðrenn tað hendir, er neyðugt at taka í aftursvarið frá Magn-stjóranum til Bjørn á Heygum. Hendrik Egholm dregur SEV upp í aftursvarið við m.a. at sáa iva um tilboðið hjá SEV við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, ið Bjørn á Heygum tekur sum dømi í sínum skrivi, har hann sammetir tilboðini hjá SEV og Røkt.

SEV 100 milliónir krónur bíligari
Munurin millum tilboðini hjá SEV og Røkt við Gellingarklett er, at SEV er 100 milliónir krónur bíligari enn Røkt í eitt 20 ára tíðarskeið. Harumframt vísir ein uppgerð av vindorkuútboðunum, sum higartil hava verið í Neshaga, Húsahaga og Porkerishaga, har SEV hevur verið uppi í við virknari kapping, at hesi útboð longu hava spart elbrúkarunum – t.e. vinnulívinum, húsarhaldum og stovnum – tilsamans 57 milliónir krónur í útreiðslum yvir 15 ára loyvistíðarskeiðini.

Hendrik Egholm leggur SEV undir at hava latið eitt veruleikafjart tilboð inn í Hoyvíkshaganum, tí hvørki SEV ella nakað annað felag – orsakað av einari fyrisitingarligari fløkju – kortini ongan møguleika hava at sleppa framat við Gellingarklett. Her skal verða sligið fast við sjeytummaseymi, at SEV virkar á einum fakligum grundarlagi í einari samhaldsfastari skipan til frama fyri elbrúkaran. SEV letur bara inn verulig tilboð, sum kunnu halda elprísinum á einum prísstigi, sum ikki er hægri enn neyðugt, eins og ásett í elveitingarlógini.

Skuldi samlaða samfelagsskipanin komið til ta niðurstøðu, at tað er skilabest at lata SEV sleppa inn á økið við Gellingarklett, so stendur SEV rimmarfast við sítt tilboð á 0,203 kr./kWt við Gellingarklett.

Magn-stjórin reingir myndina
Stjórin í Magn reingir myndina av samhaldsføstu elskipanini, tá hann sigur, at í verandi skipan kann SEV bara selja til SEV fyri ein óveruligan prís. Henda reingjandi mynd verður við hesum víst aftur. Roknskapurin hjá SEV er býttur sundur í net og framleiðslu, umframt at vindfeløgini í Húsahaga og Neshaga hava sín egna roknskap. Umframt hetta er alt virkisøkið hjá SEV fevnt av elveitingarlógini, sum m.a. hevur við sær, at Elveitingareftirlitið hevur eftirlit við SEV og elprísinum. Eisini er grannskoðan áløgd SEV, eins og partafeløg eru undir grannskoðan sambært ársroknskaparlógini. So her er gjøgnumskygni, sum einhvør kann kanna nærri, um áhugi er fyri tí.

Magn-stjórin nertur við eitt dømi úr aktuellu tilboðunum upp á vindorkuna í miðstaðarøkinum, har Magn hevur bjóðað 0,231 kr./kWt. Hendrik Egholm sigur, at SEV kann selja hesar kWt út aftur fyri 1,89 kr./kWt. Her mistekur Magn-stjórin seg. M.a.  gloymir hann at draga 0,38 kr. í mvg frá 1,89 kr. Tað hevði verið rættari av Magn-stjóranum at samanborið við elprísin uttan mvg, tá ið hansara egni prísur er uttan mvg. Men tann rættasta og sakligasta samanberingin, Hendrik Egholm kundi gjørt, var at sammett 0,231 kr./kWt við miðal framleiðsluprísin hjá SEV seinastu 10 árini, sum er 0,62 kr./kWt. Tá er talan um eina javnaðan kostnað av olju-, vatn- og vindframleiðsluni.

Kann ikki samanberast við tele og trygging
Hendrik Egholm vísir á, at frí kapping á t.d. teleøkinum og tryggingarøkinum hevur havt við sær lægri prísir. Magn-stjórin gloymir kortini, at hesi bæði øki tøkniliga eru sett saman á ein heilt øðrvísi hátt enn eløkið. Tað ber ikki til at flyta elorku tráðleyst. Hvørki teleøkið ella tryggingarøkið hava tí tørv á so kostnaðarmiklari og samstundis so viðkvæmari grundskipan, sum føroyska elskipan í einum avbyrgdum oyggjasamfelag er. Her er talan um kjarnuveitingarnar, ið fevna um fysiska javnvág í elskipanini, sum alla tíðina skal tryggja okkum støðuga elorku á einum koparneti, sum skal røkka út í hvønn krók í Føroyum.

Harumframt er hvørki teleøkið ella tryggingarøkið komið longri enn til at vera duopol í hesum lítla samfelag. Eitt annað duopol í Føroyum er økið hjá Hendriki Egholm sjálvum – nevniliga oljufeløgini, sum Magn-stjórin ikki tekur upp á tungu. Her hevur Kappingareftirlitið í fleiri ár á hundraðtals tætt skrivaðum síðum eftirlýst veruligari kapping.

Elorkuøkið skal skipast á tryggasta, bíligasta og grønasta hátt fyri brúkaran. SEV hevur einki ímóti kapping, og sum almennur felagsskapur, umboðandi allar føroyingar, sær SEV tað greitt sum sín leiklut at luttaka í kappingini, so at elprísurin ikki verður hægri enn neyðugt. Her gongur sjón fyri søgn, sum víst er á omanfyri.

Harumframt hevur SEV týðandi uppgávuna at tryggja okkum øllum støðuga elorku alt samdøgrið árið runt. Umframt tað hevur samhaldsfasta skipanin við sær, at inntøkurnar frá elorkuni fara í ein felags kassa til framtíðar útbyggingar og menning av einari grønari elskipan.

Tað, sum er umrøtt í hesum skrivi, eigur at verða viðgjørt kring runda borðið, har allir týðandi partar á orkuøkinum sessast fyri at finna eitt felags fatanarstøði og endamál at arbeiða eftir í orkuskiftinum, sum hevur so alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. SEV er til reiðar, og vit vóna, at allir partar eru sinnaðir at sessast at viðgera hesi viðurskifti við støði í, hvat er best fyri elbrúkaran og Føroya land.

Hákun Djurhuus, stjóri
Elfelagið SEV

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo