Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Tiltøk

Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið: Undir heitinum “Sex krevur samtykki” fer eitt nýtt upplýsingarátak í gongd hesa vikuna.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.

SAMTYKKI - tað ljóðar gott og rætt, og nú kenna flest ung orðið. Men hvussu gevi eg mítt samtykki, og hvussu taki eg tað aftur? Hetta er afturvendandi spurningar, sum vit ofta hoyra.

Átakið hjá samstarvinum um SAMTYKKI gevur nøkur boð uppá orð og setningar, sum ung kunnu brúka, tá tey geva samtykki, og taka samtykki aftur. Endamálið við ársins plakat er at seta nakrar tankar ígongd, og geva ungum eina kenslu av, at tað er kul at tosa um síni egnu mørk og at mann hevur hug til sex. At tora at siga, hvat einum dámar, og at siga frá, um ein knappliga ikki hevur hug meira. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei.

Sex skjót um samtykki:

1. Samtykki kann bara gevast. Ikki takast!

2. Samtykki kann tó altíð takast aftur!

3. Samtykki krevur vit!

4. Samtykki krevur hug!

5. Samtykki er ítøkiligt. Tað merkir, at JA til A merkir ikki JA til B, og eitt JA nú merkir ikki JA    um eina løtu.

6. Sex krevur samtykki!

Samtykki samstarvið er komið fyri at vera. Fyrsta átakið var “Sex krevur samtykki”, næsta átakið “Mynd krevur samtykki”, triðja átakið “Steðga haturstalu” og nú kemur átakið “Sex krevur samtykki” aftur, nú við dømum um, hvussu vit kunnu eggja, hvørjum øðrum at tosa um, hvat vit hava hug til og hvat vit ikki hava hug til.

Endamálið við átøkunum er at varpa ljós á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Á Facebook síðuni “Samtykki” og øðrum talgildum miðlum verður mynd at síggja. Vit heita á fólk um at deila, umframt at tora at taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum.

Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið, eins og gjørt hevur verið undanfarnu árini. Til ber at hitta umboð fyri “Samtykki Samstarvið” og práta meira um evnið.

Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo