Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Í vikuskiftinum luttekur Tummas Jacobsen í Norðurlandameistaraskapinum fyri seyðahundar, sum hesaferð verður í Norra. Tummas luttekur við tveimum hundum: Glen og Linn. Glen hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum, millum annað HM í Stórabretlandi í 2014 og Hollandi í 2017. Harafturat var hann við til EM í Tjekkia (2018), Norra (2017), Italia (2015) og Danmark (2014).

Linn, sum bert er 3 ára gomul, hevur hóast sín unga aldur megnað at vunnið sær fyrsta kvalifikationspláss til altjóða kappingar fyri árið 2019, og luttekur tí eisini til EM seinni í hesum mánaðinum.

Norðurlandameistaraskapið fevnir um tveir innleiðandi kvalifikatiónsdagar, har allir 43 hundar kappast báðar dagarnar. Teir 16 hundarnir, sum fáa flest stig samanlagt fara víðari til finaluna sunnudag, har talan verður um ein nógv størri og truplari bana við tveimum settum av seyði. Tey fimm luttakandi londini eru Svøríki, Norra, Finland, Danmark og Føroyar.

Kappingin verður stroymað beinleiðis her:

https://www.facebook.com/Gjeterhund-LIVE-715723398765788/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo