Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vágatíðindi

Fremst frá vinstru: Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Elias Petersen, Róar Anderson, Bjarni Joensen, Tóki í Haraldstovu. Fremst frá vinstru: Lukas Poulsen, Silas Poulsen, Atli Falkvard, Róar í Haraldstovu

SÍ hevur vunnið 7 av 7 finalum í gjár og í dag í Trongisvági. FM-finalan hjá dreingjum 15 var ein endurtøka av steypafinaluni í februar.

Í morgin eru tvær finalur afturat, og har er lið hjá SÍ í aðrari.

Spenningurin var tí í hásæti í kvøld tá finalan var sett í gongd, skrivar SÍ á sínum Facebook-profili.

SÍ vann 1. sett 25-15. Í 2. setti var sera javnt, men SÍ megnaði at vinna 25-22.

Í 3. setti vendi og Fleyr vann 25-22.

Nú fóru SÍ-áskoðarnir upp ä beinkirnar og trumma og SÍ róp rungaðu í høllini. Tað hjálpti og SÍ megnaði at vinna 4. sett 25-23.

SÍ-dreingir 15 eru Føroyameistarar. SÍ hevur nú vunnið 7 av 7 meistarheitum.

Bjarni Joensen var kosin besti SÍ-leikarin.

Sunnudag 31. mars:

Gentur 12

kl.

14.00

 

SÍ a

-

Dráttur a

Dreingir 12

kl. 

15.00

 

ÍF

-

TB  

Aftast frá vinstur: Boas á Lakjuni, Jógvan Gøthe Magnusson, Tóru Paulason, Hørður Joensen. Fremst frá vinstru: Markus Horn Olsen, Mattias Nolsøe Isaksen, Eyðfinn Rajani Færø

Bestu leikarar: SÍ: Bjarni Joensen. Fleyr: Eyðfinn Rajani Færø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo