Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vágatíðindi

Sørvágs Ítróttarfelag: SÍ hevur spælt seg í 10 steypafinalur í stóra flogbóltsvikuskiftinum í morgin og sunnudagin. Upphiting verður í marghøllini í Sørvágs Skúla kl. 10 í morgin leygardagin, har øll bygdin er boðin til morgunmat. 

Stóra brakið byrjar kl. 16.00 í morgin, leygardagin, har SÍ-kvinnurnar spæla finalu móti Fleyr. 

Á kvinnu- og gentusíðuni hava SÍ leikarnir spælt seg í allar finalurnar. Vit hava finalist í Gentum 12 ár, G14, G16, G19, kvinnuunglingum og í sjálvari kvinnufinaluni. 

Á dreingasíðuni er bert ein finala, har SÍ ikki er við. Ungu SÍ-dreingirnir hava spælt seg í finaluna hjá Dreingjum 15, D17, D19 og í mansunglingum. 

Við slíkum brøgdum er tíðin komin, at Sørvágur fær eina ítróttarhøll. 

Dystarskráin:

Leygardagin:
Kl.   9.00: G12: SÍ – Dráttur
Kl. 10.00: G14B: Fleyr – KÍF
Kl. 13.30: Menn: Mjølnir – Fleyr
Kl. 16.00: Kvinnur: SÍ – Fleyr
Kl. 18.30: D12: ÍF – TB
Kl. 19.45: Mansungligar: SÍ – ÍF

Sunnudagin:
Kl. 13.00: G14A: SÍ - KÍF
Kl. 14.15: D15: SÍ – Fleyr
Kl. 15.30: G16: SÍ – Fleyr
Kl. 16.45: D17: SÍ – Fleyr
Kl. 18.00: G19: SÍ – KÍF
Kl. 19.15: D19: SÍ – Fleyr
Kl. 20.30: Kvinnuunglingar: SÍ – Fleyr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo