Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Trúboðin: – Jólapakkarnir eru gávur, og gávur hava vit jú ikki krav uppá. Vit eru tí fegnir og takksamir fyri teir. Sjómenninir skulu heldur ikki halda, at pakkarnir eru komnir fyri at vera um ævir. Tað vóna vit, men treytin er so, at tað eisini framhaldandi verða fólk, sum brenna fyri at geva gávur til sjófólkið. Tað sigur garvaði línuskiparin í Klaksvík, Líggjas Johannesen.

– Jólapakkarnir hava týdning. Kanska teir eldru menninir gleða seg meiri enn teir yngru. Jú, pakkarnir hava týdning, og vit plaga at geva okkum góða tíð til mat og at pakka upp, so tað er vanliga ein sera góð og hugnalig løta, sigur Líggjas.

– Vit fara avstað í dag, og fara til Íslands at royna. Hetta verður óivað síðsti túrur hjá mær við hesum Klakki og harvið síðsti jólapakki, eg fái her umborð. Vit hava keypt nýtt skip, sum vit yvirtaka fyrst í komandi ári, sigur Líggjas.

Klakkur og Akraberg eru fyrstu skipini, sum fáa jólapakkar í ár, og bæði fara avstað í dag. Teir vóna at vera aftur til jóla, men tað verður óivað síðsti túrur hjá báðum skipunum í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo