At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Eg hvakk ikki sørt við, nú eg rann gjøgnum tað nýggjasta á ymisku portalunum, tá eg síggi mítt navn nevnt av ongum minni enn sitandi sambandshøvdingi Bárði á Steig Nielsen. Hann hevur ein greinastubba á Vágaportalinum, sum er eitt aftursvar, sum sambandsmaðurin hevur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamalum um minking av prístalshækkingini av fólkapensjónini.

Orðini, eg skal gera viðmerkingar til eru, at Bárður Nielsen sigur: " Sparingin var neyðug fyri at náa ásetingunum frá landsstýrismanninum  í fíggjarmálum hjá Javnaðarflokkinum Jóannesi  Eidesgaard."

Nú havi eg sitið í landsins stjórn í fleiri umførum, og eg havi eisini sitið við fíggjarmálum í tveimum umførum einaferð í 90´unum og síðan frá á heysti í 2008 til á vári í 2011.

Eyðkent fyri bæði míni skeið sum landsstýrismaður í fíggjarmálum var, at kreppa var, og landskassin var undir risatórum trýsti. Fyrst í 1994, tá takast skuldi upp eftir stóra skrallið í 1992/ 93, tá stórt sæð alt tað føroyska  samfelagið kollsigldi. Seinnu ferð var, tá altjóða búskaparkreppan eisini rakti okkum í 2008, og eitt nú Eik og eisini onnur stór feløg fóru á húsagang.

Í slíkum støðum hevur landið brúk fyri politikarum, sum tora at taka tær neyðugu avgerðirnar eisini tær, sum ein veit, eru alt annað enn væl dámdar. Tá nyttar lítið at stinga halan millum beinini og finna sær annað fjálgt starv. Vit megnaðu tað í fyrru helvt av 90´unum, og vit megnaðu tað aftur, tá tikið varð upp eftir búskaparkreppuna í 2008. Slík upptøk taka gjarna drúgva tíð, og tí mugu skiftandi samgongur taka uppgávuna uppá seg.

Men ongantíð er tað lætt hjá teimum, sum sita í landsstýrinum ella hjá teimum, sum sita í samgongu, men við áyrgd yvir fyri hvørjum øðrum og við samanhaldi, so letur tað seg gera.

Eitt eyðkenni fyri slík tøk, takast skulu, er, at ein ongantíð leggur eftir tí einstaka politikkaranum, sum situr fyri málinum, tí tøkini eru neyðug, og í seinasta enda skal alt jú samtykkjast av einari samgongu.

Tað er tá, samanhaldið í einari samgongu skal vísa sína styrki.Tað er nú einaferð so ótrúliga nógv lættari at gjara út enn at taka inn.

Men nú ger Bárður á Steig so tað, sum vit onnur vanliga halda okkum langt burtur frá. Hann peikar ein út sum skurk. Hetta ódámliga fyribrigdið sóu vit eisini eftir kreppuna í 92/93.

Skurkurin aftan fyri neyðugu tiltøkini 2008 og 2010 var sambært sambandsformanninum undirritaði.

Fyrst í des. 2008, tá prístalsviðgerðin av fólkapensjónini lækkaði úr 4% niður í 3% og spardi landskassanum 4,5 mió. kr um árið. Síðan í sept. 2010, tá henda lækkaði enn einaferð úr 3% niður í 1% og spardi landskassanum áleið 10 til 12 mió. kr um árið. Síðan hevur so undanfarna samgonga strikað tað seinasta prosentið, og tað kann eg so av góðum grundum ikki hava verið partur av.

Hesi tiltøk, og tað vóru mong onnur, vórðu ikki gjørd, tí landsstýrið vildi nøkrum nakað ilt. Hetta vóru tiltøk, sum vóru neyðug, skuldi landið fóta sær aftur.

Tað hevur so mangan verið sagt, at tað skal ein kreppa til, áðrenn føroyskir politikkarar fáa tikið seg saman til at taka munandi tøk.

Mundi samgongan í 1992/93 lækka allar almennar lønir við næstan 10% , tí tað var lætt at gera. Nei, alt annað.

Bárður hevur rætt, at eg sat sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá hesar skerjingar vórðu gjørdar, men eg var so ikki landsstýrismaður í almannamálum.

Gaman í gav eg boð um yvirskipað, at skerjingar skuldu gerast á fíggjarlógini, men raðfestingarnar av, hvørjar hesar vóru, vórðu gjørdar av avvarðandi landsstýrisfólkum.

Minnist meg rætt, so var Bárður um hesa tíð farin út í privatu vinnuna, so kanska minnist hann ikki alt, ið fór fram. Men manningina í landsstýrinum átti hann at minst. Eg sat so ikki báðumegin borðið.

Eitt sindur løgið, at sami maður, sum alla tíðina frá tingsins røðarapalli minnir okkum á, at sitandi samgonga økir útreiðslurnar hjá tí almenna alt ov nógv, nú eisini hevur ilt av, at ein onnur samgonga skerdi útreiðslurnar hjá tí almenna og enntá av neyð.

Jóannes Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo