Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tiltøk

Mikukvøldið, 21. des. kl. 20, hava Siloakórið og SALT jólakonsert í Fuglafirði. 

Konsertin verður í Siloa, og tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum. Á skránni eru fyri tað mesta traditionellir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum.

A capella-bólkurin SALT, sum hevði eitt framúrskarandi "comeback" í Løkshøll fyrr í mánaðinum, fer eisini at syngja nakrar sangir.

Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo