Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

”Øl við tárum í” er heitið á nýggjari fløgu, sum júst er komin á føroyska marknaðin. Tað er útisetin, Simon von Konoy, ið gevur út.

Hugskotið til útgávuna fekk hann, tá ið hann í 2013 var á G! og sang nakrar góðar, gamlar sangir, sum t.d. ”Súsann”, ”Í Góðadal”, ”Einlig kvinna” við meira.

Hesir eru nú endurinnspældir, og okkurt nýtt er við eisini, sum t.d. ”Øl við tárum í” og ”Neytakonur”.

Og sum rosinan í pylsuendanum er landaplágan ”Fiskafrikadello” umsettur til føroyskt.

Í Føroyum er tað felagið Tutl, ið selur fløguna, í Danmark Konoy Music.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo