Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Føroyski útisetin Símun úr Konoy, (í Danmark nevnir hann seg Simon von Konoy,) hevur júst givið út eina fløgu við gomlum gospelsangum. Heitið á fløguni er ”The Old Country Church”

Tólv sangir eru á plátuni, og er talan um gamlar landaplágur, sum t.d. ”The Old Rugged Cross”, ”In My Fathers House” og ”Jesus Christ, What A Man” - sangir, sum millum annað Elvis Presley, Bobby Bare, Johnny Cash og Jim Reeves í gomlum døgum plagdu at syngja.

Allir sangirnir eru á enskum máli, og Símun hevur sjálvur spælt øll ljóðfør. Hann syngur eisini bæði solo og kór.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo