Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tónleikur

Kórsamband Føroya: Kórsangur hevur í nærum 90 ár verið partur av tjóðarhátíðini, og kórsangurin undir Tinghúsinum er hjá mongum eitt hædddarpunkt á hesi høgtíð.

Í mong ár hevur verið tann siðvenja, at skiftandi kórleiðarar venja og stjórna stóra kórinum og í ár hevur nevndin í Kórsambandi Føroya heitt á Símun Hammer at verða kórleiðara.

Símun er millum annað ein av organistunum í Gøtu kirkju, umframt at hann er kórleiðari hjá Gøtu kirkju ungdómskóri. Á Kórfestivalinum, sum fyrr í vár varð hildin í Løkshøll, vann Gøtu kirkju ungdómskór bæði 2. virðisløn og áhoyraravirðislønina. Kórið skal fyrst í juli á altjóða kórkapping í Týsklandi.

Sangskráin verður eins og undanfarnu árini ein blanding av nýggjum og gomlum, siðbundnum og modernaðum kórsangi. Sum vant eru allir kórsangarar vælkomnir at syngja í kórinum.

Sungið verður í Læraraskúlahøllini hesa dagar:
14. Juli kl. 15.00-18.00
17. Juli kl. 19.00-22.00
21. Juli kl. 15.00-18.00
24. Juli. kl 19.00-22.00

Nærri kunning fæst á www.kor.fo og á facebook-bólkinum Kórtíðindi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo