Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

B36 skrivaði í vetur undir sáttmála við Símun Joensen, sum við hesum gjørdist høvuðsungdómsvenjari hjá B36.

Partarnir hava nú eftirmett samstarvið, og bæði ungdómsdeildin og Símun sjálvur hava verið somikið væl nøgd við samstarvið, at nýggj avtala nú er undirskrivað.

Henda staðfestir, at Símun eisini verður høvuðsungdómsvenjari í bæði 2018 og í 2019.

- Í felagnum fegnast vit sjálvandi um avgerðina, sum er við til at tryggja stavnhaldið í framhaldandi menningini av ungdómsarbeiðinum, sigur B36.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo