Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tøkk fyri svarið.

Sjáldan, um nakrantíð, fingið eitt so greitt svar frá einum politikara.

Vóni, tú kanst fáa Løgmann & fiskimálaráðharran at vátta hetta, tú her sigur, kemur at galda, um lógin verður samtykt.

Og tað mest týðandi av øllum.

- Hesar reglur verða høgdar í stein í lógini, tá hon verður kunngjørd.

Ein viðmerking afturat.

Í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap hava vit við fiskidagaskipan í §28 stk 2, vegleiðandi býti av tilfeinginum, fyri bátabólkarnar.

Tí óskiljandi, at svar títt til spurn. 3: Sigur tað ikki verða møguligt.

Absalon í Buð

Les eisini:

Tað er rætt skilt Absalon

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo