Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú hjúnabandslógin nokk nærkast enn eini tingviðgerð, verður sagt, at um §14 stk. 2 verður strikað úr lógini, verður bundið um heilan fingur í mun til møguleikan fyri kirkjuligari signing av borgarliga giftum samkyndum pørum. Tað er rætt, at møguleikin fyri at krevja signing fellur burtur. Men trýstið á kirkjuna – í fyrsta umfari fólkakirkjuna – er tó ikki burtur, um hjúnabandslógin verður broytt. Tvørturímóti. Tað vísir gongdin í “teimum londum, sum vit samanbera okkum við”.

Tað er ógvuliga trupult at skilja, hvussu forsprákarar fyri broyting av hjúnabandslógini kunnu tosa um at samanbera Føroyar við hesi lond uttan at nevna, hvat ein broytt hjúnabandslóg ger við kirkjurnar í hesum londum – um teir veruliga vilja kirkjuni væl. Fokus er bert á rættindi til samkynd. Fokus er als ikki á allar trupulleikarnar, ið kirkjurnar fáa av hesum. Ella – um tú ikki metir hetta vera trupulleikar – so broytingarnar, ið kirkjurnar eru farnar ígjøgnum. Hví verður onki sagt um hesi viðurskifti, ið heilt týðiliga hava samband við málið? Tað tykist eins og politikkarar, aktivistar og onnur tilvitað lata eyguni aftur fyri ella vilja flyta fokus frá tí, sum veruliga hendir. Um hetta er støðan, so merkir tað m.a., at politikkarar, ið eru fyri broyting, men ikki vilja seta hana í verk, so leingi §14 stk. 2 er í gildi, í grundini ikki vilja kirkjuni væl. Av onkrari orsøk vilja teir bert trýsta hetta mál ígjøgnum, líka mikið hvat hendir við kirkjuni. At vilja strikað §14 stk. 2 kann so bert vera fyri at gera tað lættari at svølgja hjá teimum, ið veruliga eru góð við kirkjuna.

Veruleikin er nú tann, at allir okkara norðurlendsku grannar hava broytt hjúnabandslógina, og allir víga tvey av sama kyni í kirkjunum. Í summum førum loyvdi kirkjan beinanvegin vígslu av samkyndum, meðan tað í øðrum førum skuldi eitt drúgt kirkjustríð til fyrst.

Hóast føroyskir politikkarar nú av øllum alvi royna at forða fyri, at kirkjan skal sleppa undan at líða undir eini broyting, er gongdin í okkara grannalondum kortini púra greið: broytir tú hjúnabandslógina, kemur fólkakirkjan undir stórt trýst, og innan fá ár verða tvey av sama kyni vígd innan kirkjugátt. LGBT Føroyar tvíheldur tó um, at tey ongar ætlanir hava um at fara inn í kirkjuna, men hetta er bert ein partur av sannleikanum. Tað hevði verið rættari at sagt, at tey ikki hava nakrir ætlanir um at fara inn í kirkjuna nú. Í kjakinum í KVF týskvøldið 24. november 2015 segði nevndarlimur í LGBT Føroyar jú, at tað var eitt strategiskt val at lata kirkjuligu vígsluna fáa frið. Tað stríðið verður útsett til eina aðru ferð. Fyrst snýr tað seg um at fáa lut í hjúnabandinum, tí tað letur dyrnar upp fyri nógvum øðrum møguleikum – eisini kirkjuligari vígslu um nøkur ár. Um gongdin verður sum í grannalondunum, tosa vit um minni enn 10 ár.

LGBT Føroyar plagar at siga, at føroyska fólkið hevur talað, og at ein stórur meiriluti er fyri broyting. Men LGBT skal minnast til, at ein stórur meiriluti av føroyska fólkinum er ímóti kirkjuligari vígslu av samkyndum. Og hyggja vit eftir okkara grannalondum, so fer ein broytt hjúnabandslóg at leggja lunnar undir eitt langt, hart og oyðileggjandi føroyskt kirkjustríð – bert fyri at so fá sum 20-50 pør skulu sleppa at giftast, um samanborið verður við donsk hagtøl.

Í løtuni stendur fólkakirkjan so gott sum saman og stríðist ímóti trýstinum uttanífrá. Men um hjúnabandslógin verður broytt, verður stríðið við vissu flutt inn í kirkjuna. Teir politikkarar, sum av sonnum vilja føroysku fólkakirkjuni væl, áttu tískil ikki at atkvøtt fyri at broyta hjúnabandslógina.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo