Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Onkuntíð má eg lata útgávur koma inn nakrar ferðir, áðrenn eg skal tora at hava nakra meining um avrikið, men júst seinasta útgávan hjá Edith og hennara fólkum fór beinu leiðina inn og kenslan er góð!

Her er lagt stórt arbeiði í góðsku og at støðið skal liggja har, lurtarnir kenna seg væl!

Eg havi hugsað um heitið á útgávuni, tí hetta kann vera so nógv frá eini kenslu um at lata upp og geva rúmd, til ynskið um fólksligan og andaligan opinleika og vilja.

Tá eg fyrstu ferð hoyrdi lagið, kom eg í eina kenslu av altjóða framførslu á onkrum gitnum palli, tí samlaði pakkin er heilt ómetaliga væl frágingin!

Eg kann avgjørt mæla til, at fólk seta seg við oyratelefonum at lurta, tí tá fær ein veruliga eina kenslu av sera dugnaligum og fjøltáttaðum tónleikaligum avriki.

Fyrsta kenslan eg siti við er, hvussu tað veruliga hevur eydnast hjá Edith og Hans at fáa júst henda soundin fram, tí ein følir seg at sita á fremsta bonki til eina symfoniska konsert?

Inngangurin á klaverinum er eisini heilt serstakur, tí eg aftur her føli meg sannførdan um, at heilt frá byrjan til enda, skal lurtarin sita eftir við einari kenslu av tónleiki á rættiliga høgum støði.

Onkuntíð kann ein hava kensluna av at okkurt er í so perfekt, men fyrsta treytin má vera, at tað grundleggjandi arbeiðið má vera har, fyri at øll samlaða ljóðmyndin skal skal standa eftir!

Har er mín meting, at eitt av endamálunum við “Let the ship come in” er, at bæði tann sangliga og ljóðførisliga upplivingin skal upp á eitt serligt støði!

Røddin hjá Edith er rættiliga spennandi, tí eg kann hoyra hesa royndina við at føra seg fram og aftur henda sjálvkritikkin, ið eg ofta havi eftirlýst.

Hon hevur eisini fingið sær útbúgving innan økið, so her er eitt klárt samanspæl millum persónligu og fakligu evnini.

Orð og tónleikur: Edith Dahl Jakobsen
Bass: Mikael Blak
Cello: Gwendolyn Philbrow
Violin og viola: Angelika Nielsen
Trummur: Jósva Debes
Piano, keys, guitar, el-bass og perc: Hans Poulsen
Framleiðsla, ljóðblandað og mastrað av Hans Poulsen í IntroVers Studio og Studio Block.

Hetta sigur Edith um útgávuna:

Her er ein tekstur, ið varð brúktur í samband við promovering av "Let The Ship Come In":

"Let the Ship Come In" is the first single by Faroese singer/songwriter Edith Dahl Jakobsen. The song is inspired by the painting Várdagur- skip fara (1937-1938) by the well-known Faroese painter Sámal Joensen-Mikines. Várdagur embodies feelings of emptiness, melancholy and desolation resulting from being left behind when men go to sea. Fine, symmetric lines with simple colours enhance a sorrowful woman, and this expression is incorporated in the lyrics and melodic movement of the song. Edith Dahl Jakobsen’s first encounter with song was at church when she was only two years old and since then music has been a part of her everyday life. When writing music, Edith draws on numerous influences from her surroundings such as people, places, nature, art and music.”

Um tekstin kann mann siga, at hann lýsir mínar egnu tankar og fatan av, hvussu lívið var, tá menn fóru til sjós. Teksturin tekur støði í veruleikanum, men refererar ikki til nakra konkreta hending.

Um mína tónleikaligu lívsleið kann eg siga, at nógv projektir eru í gongd og fleiri útgávur á veg - bæði sum solo og í samstarvi við onnur. Ætlanin er at støðugt geva tilfar út og um ikki so langa tíð fara av landinum at spæla eisini. Men fyrst skal ein fløga gerast.

“Let the ship come in” er gjøgnumført arbeiði, sum sanniliga hevur brotið ígjøgnum – við bæði síni dygd og boðskapi – 6 av 6 blonkum stjørnum frá mær!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo