Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Sjey stuttdokumentarar komu inn til útvarpsdokumentarkappingina hjá Kringvarpi Føroya.

 

Fyrr í ár skrivaði Kringvarp Føroya út útvarpsdokumentarkapping, har endamálið var at eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp.

 

Innsendu stuttdokumentararnir skuldu snikkast soleiðis til, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skuldi útvarpsdokumentarurin hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagnum í søguni. Dokumentararnir skuldu vera 8-10 minuttir til longdar.

 

Freistin at innsenda sína luttakandi søgu var 1. februar á midnátt. Í alt komu sjey stuttdokumentarar inn. Talan er um eina breiða viftu av evnum, ið luttakararnir viðgera.

 

Vinnarin verður avdúkaður tann 17. mars kl. 16.00 á einum útvarpstiltaki í Kringvarpinum, har tær ymisku søgurnar eisini vera at hoyra.

 

Í dómsnevnini sita Thorgerður Sigurðardóttir (RUV, ÍSL) Tim Hinman (Third Ear, DK) og Linda Mortansdóttir (FO).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo