Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Dagin eftir at ein virussjúk Venus reyk úr singlekappingini, gjørdist tað eisini til tap í double. Williams-systrarnar taptu 6-3, 6-4 móti Lucie Safarova og Barbora Strýcová úr Kekkia.

Sostatt fáa Williams-systrarnar ikki sín fjórða OL-tittul saman.

Amerikansku systrarnar hava vunnið gull í 2000, 2008 og 2012 og vóru ósigraðar í doubletennis á OL. Men hesaferð segði tað stopp longu í fyrsta umfari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo