Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

Dramatikkurin í svensku flogferðsluni heldur bara fram. Triðja mánaðin á rað flúgva færri innanríkis í Svøríki.

Tøl frá Swedavia vísa at innríkis flogferðslan minkaði 5 prosent, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking á 56.250 ferðandi.

Bara í august var talið av teimum sum flugu innanríkis í Svøríki 10 prosent minni, sammett við somu tíð í fjør. Eisini í juli, sum er mest týðandi flogmánaðin, fall talið við 11 prosentum sammett við juli í 2018, skrivar norska Nettavisen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo