Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Útlendis ítróttur

Liverpool-málverjin Loris Karius leikti famøsu Champions League-finaluna móti Real Madrid við heilaskjálvta.

Loris Karius var biðin at fara til Boston at kannast hjá einum serfrøðingi í skaðum í høvdinum. Hetta hendi meðan hann var í USA.

Nú váttar sjúkrahúsið í einum tíðindaskrivi at heilaskanningin vísti, at Karius hevði heilaskjálvta.

Karius gjørdi tveir risabrølarar í finaluni, har Real Madrid vann 3-1.

Undan fyrra brølaranum var Karius í samanstoyti við Sergio Ramos, og var tað helst tá hann fekk heilaskjálvtan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo