Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton
Onnur tíðindi

Ein kvinna sum hevur ligið í koma í tíggju ár átti á einum sjúkrahúsi í USA síðst í desember.

Nú hevur løgreglan handtikið ein sjúkrarøktara fyri neyðtøku.

Talan er um ein 36 ára gamlan mann sum starvaðist á røktarheiminum Hacienda Healthcare í Phoenix í Arizona.

Sambært løgregluni vísur DNA-royndin at maðurin er faðir at barninum ogat hann sostatt hevur neyðtikið kvinnuna. Hann er tí handtikin fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á eina kvinnu í óviti.

Tann 29 ára gamla kvinnan hevur havt eina vegetativa tilveru síðani hon var trý ára gomul og hevur búð á røktarheiminum í umleið tíggju ár, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo