Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Bøkur

Fjúrtanda bókin í røðini Skakandi tilburðir er komin út.

Bókin er innbundin og í bókini eru 13 spennandi tilburðir úr øllum landinum.

Við frásøgn, myndum og tekning av hendingini livir lesarin seg inn í søgugongdina.

Millum annað kann man lesa um mann, sum hevur uppplivað fleiri ferðir, at eldur hevur verið í skipum, hann var við. Kvinna sigur frá skelkandi hending, tá ið hon og drongur hennara vóru tikin útav vegnum í ódnini 1989.

Sagt verður frá, tá ið Marshall sigldi á land við Lokloysi. Húsfólk siga frá, tá ið ein bilur við miklari ferð rendi á hús teirra á náttartíð. Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini.

Tað er forlagið Føroya Met, sum hvørt ár gevur bókina út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo