Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Mítt tastatur

Samfelagsfrøði skal verða nýtt fak í skúlanum, sigur landstýriskvinnan Rigmor Dam.

Hon hevur tó rent seg í tann veruleika, at tímatalvan er full og hevur verið tað í mong ár.

Í Mentamálaráðnum eru helst eins nógvar krónur at finna, sum viljin hjá Lærarafelagnum at arbeiða gratis í einum nýggjum faki.

Hvat er so at gera?

Í Degi og Viku fingu tey næmingar at siga, at kristni, fimleikur og danskt kundu verið tímar, sum fóru betur til samfelagsfrøði.

Kanska er tað so, sum hesir næmingar sluppu at siga. Men teir skulu so ikki betala fyri nýggju tímarnar, nýggja tilfarið, førleikamenning og nýskrivaðar lesiætlanir til endamálið.

Hvat fer landstýrsikvinnan so at gera?

Fer hon at strika kristni, sum er viktigasta faki hjá kristnu lærarunum, og tí konsekvent verður nevnt fyrst í allari Fólkaskúlalógini? Neyvan fer Rigmor at avkristna skúlan.

Fimleikur er neyvan nakað sum Heilsuráðið fer at taka undir við, at Rigmor fer at niðurraðfesta. So tað er ikki ein gongd leið.

Eftir stendur so danskt sum fak í fólkaskúlanum. Enn hevur einki reyðgløðandi tjóðveldisfólk víst minsta áhuga at strika danskt í føroyska fólkaskúlanum. Man Rigmor fara at verða hon, sum fer at strika danskt?

Tað verður spennandi at frætta, hvar tímarnir til nýggju lærugreinina samfelagsfak fáa innpass, hvør skal rinda og hvat skal dvína.

Men sjálvandi kann tað óvæntaða henda, at Rigmor finnur nýggja fígging til nýggjar tímar í samfelagsfrøði hjá nýggjum lærarum, sum nú skulu á skeið at undirvísa í nýggjari samfelagsvitan.

Ella at alt fer aftur í ommu sína, sum helst er meira sannlíkt.

Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer í samfelagsfrøðini hjá lærarum! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo