Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Lesarin skrivar

Til løgtingsmenninar,

At tit skulu troysta tykkum ikki at unna sjúkum sjómonnum nakrar pengar til jóla.

Hetta er fyri grunnin til óarbeiðsførar fiskimenn.

Teir hava fingið eitt sindur av pengum hvørt ár, og nú nokta tit at geva pengar til grunnin í ár.

Eg eri nevndarlimur í grunninum. Skamm fái tykkum samgongan, at tit ikki unna uppilagstum sjúkum sjómonnum nakrar pengar.

Tað er nógv fyri at síggja samgonguna, hvussu hon oyðslar við pengum.

Andrias Berglíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo