Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Vit skulu í øllum førum fram til 2019, áðrenn vit møguliga fara at síggja ein glotta fyri frálandavinnuna, sigur Skansi Offshore í ársfrágreiðingini sum júst er vorðin almenn.

Eginognin hjá felagnum er burtur, men nýggj innskot eru gjørd eftir kravi frá lánveitarum, sum eisini hava eftirgivið skuld.

Skansi Offshore legði fram ársfrásøgnina og eigararnir góðkendu roknskapin fyri 2016 seint í juni mánaða í ár.

Tá var eisini tíðindaskriv sent út.

Úrslitið vísti hall uppá 119 mió kr og eginognin er negativ við 4,8 mió kr. Tað eru stórar niðurskrivingar av skipsvirðunum sum gera, at roknskapurin er so ógvusliga ávirkaður tann skeiva vegin.

- Tað kann ikki útilokast, at tørvur er á fleiri niðurskrivingum í framtíðini. Týðandi óvissur eru í ásetingini av virðinum, tí so fá skip verða handlað, stendur í frágreiðingini.

Nevnd og leiðsla vænta, at avbjóðingarnar fara at standa við í nøkur ár afturat, og í minsta lagi fram til 2019.

Avtalurnar, sum eru gjørdar við lánveitarar um millum annað skáar við afturgjalding av lánum, ganga fram til 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo