Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Úrslitið hjá Skansi Offshore Pf var 30 mió kr tann skeiva vegin í fjør. Tað skal haldast saman við vinningi uppá smáar 42 mió kr árið fyri.

Tað er úrslitið av kapitalpørtum í felagnum 6. september 2006, har sum skipini eru, sum draga niður. Úrslitið í tí felagnum var 49 milliónir í halli. Skansi eigur hetta felagið saman við norska Havyard Group og íslendska Landsbankanum.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at tað eru framvegis avbjóðingar í frálandavinnuni, har stórur kapasitetur á spotmarknaðinum ger, at prísirnir eru undir trýsti. Skansi hevur tí niðurskrivað virði á skipunum, og vissa fæst ikki fyri, at tað ikki verður neyðugt at niðurskriva virðið enn meira.

Fíggjarstøðan hjá Skansi Offshore Pf javnvigar nú við sløkum 66 mió kr. Harav er eginognin stívliga 23 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo