Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Nú hevur Taks gjørt skattin hjá føroyingum upp fyri árið í fjør.

Og tølini vísa, at tilsamans 18.392 føroyingar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Í alt er talan um 51.530.123 krónur.

Men tað eru eisini tey, sum hava goldið ov lítið, og tey eru 1.935 í tali. Hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Írestandi skatturin er til samans 5.454.212 krónur.

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær tó ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar, upplýsir Taks.

Tey flestu skulu ikki lata inn sjálvuppgávu, men summi skulu, til dømis tey sum fáa B-løn. Tá sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 6.902 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu. Eisini hjá hesum er lættast at lata inn á Borgaraglugganum, sigur Taks.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo