Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Tekstlýsingar

Stað: Hotel Hafnia
Nær: 6. september 2019
Undirvísari: Eli Thorsteinsson
Kostnaður: 4.000 kr. + mvg

Melda til: kittymay@kittymay.fo ella á telefon 500500

Meira vitan: www.kittymay.fo ella á telefon 500500

Nógv fokus er á hvítvasklóggávu í londunum rundan um okkum frá bæði myndugleikum, fyritøkum og ikki minst fjølmiðlum. Hetta kemst serliga av, at fleiri mál eru komin fram seinastu árini, har spurnartekin kann setast við leiklutin hjá bæði fyritøkum og myndugleikum.

Nýggj hvítvasklóg er nú eisini áveg í Føroyum og verður væntandi lýst í næstum. Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakarunum eitt breitt innlit í hvítvasklóggávuna við tilhoyrandi vegleiðingum vm., har serligur dentur verður lagdur á føroyskar umstøður.

Skrá
Kl. 8.30               Morgunmatur
Kl. 9.00               Byrjan
Kl. 9.10               Nýtt frá avvarðandi myndugleikum

Vit fara ígjøgnum tað nýggjasta frá avvaraðandi myndugleikum, m.a. hyggja vit nærri at nýggjastu váðametingini frá SØIK úr einum føroyskum sjónarhorni. Vit hyggja eisini nærri at nýggjastu hvítvaskvegleiðingini frá Fíggjareftirlitinum.

Kl. 10.15             Steðgur
Kl. 10.30             Nýggja hvítvasklógin og reaktiónir frá eftirlitsmyndugleikum

Vit fara ígjøgnum tær mest týðandi broytingarnar í nýggju hvítvasklógini. Somuleiðis hyggja vit nærri at teimum brotum á hvítvasklóggávuna, sum higartil oftast hava ført til átalur ella aðrar reaktiónir frá eftirlitsmyndugleikum.

Kl. 12.00             Miðmáli
Kl. 13.00             Hvítvasklóggávan í gerandisdegnum

Vit hyggja nærri at teimum yvirskipaðu skyldunum, sum eru álagdar fyritøkum fevndar av lóggávuni.

M.a. hyggja vit nærri at hvussu ein váðameting kann gerast av fyritøkuni og hvørjar lutir metingin eigur at innihalda. Harumframt hyggja vit nærri at krøvunum til politikkir og mannagongdir.

Kl. 14.30             Steðgur
Kl. 14.45             Hvítvasklóggávan í gerandisdegnum – framhald

Vit enda dagin við at hyggja nærri at yvirvakingar- og uppmerksemisskylduni, kanningar- og skrásetingarskylduni og fráboðanar- og tagnarskylduni.

Kl. 16.00             Liðugt

Málbólkur

Skeiðið vendir sær til leiðslur, herundir eisini nevndarlimir, og starvsfólk annars í fyritøkum fevndar av hvítvasklóggávuni, m.a. í peningastovnum, lívstryggingarfeløgum, tvørgangandi pensjónskassum umframt advokat- og grannskoðanarfyritøkum. Skeiðið kann eisini vera gevandi fyri onnur í ynskja eitt breitt innlit í økið, t.d. starvsfólk hjá almennum myndugleikum, fjølmiðlafólk o.o.

Eftirútbúgving
Skeiðið er góðtikið sum kravd eftirútbúgving hjá advokatum og grannskoðarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo