Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Politikkur

Flokkarnir sum samráðast um at skipa landsstýri funnu onga semju um málsøkjabýtið í gjár. Og tá teir skiltust høvdu teir ikki avtalað nakran nýggjan fund í dag.

Við Kringvarpið í morgun sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari tó, at hann hevur góðar vónir um, at tað fer at bera á mál.

Flokkarnir sótu saman í allan gjár, men avgjørdu klokkan 11 at fara hvør til sítt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo