Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Politikkur

Hvør skal avloysa Jeremy Corbyn, sum legði frá sær eftir lemjandi ósigurin til Labour á valinum 12. desember? Tað er stóri spurningurin í bretska arbeiðaraflokkinum, sum skal hava nýggjan formann. Ein formann, sum antin fer at halda fram við vinstrasinnaðu kósini hjá fyrrverandi formanninum ella fer at søkja meira inn móti miðjuni, sum hevur verið tað meira vanliga í bretska arbeiðaraflokkinum.

Seks fólk kappast um atkvøðurnar hjá 500.000 labourlimum við atkvøðurætti.

Labour misti 59 av sínum tinglimum á valinum í desember og hevur í dag 202 av 650 sessum í bretska tjóðartinginum. Vit skulu heilt aftur til 1935 fyri at finna eitt líka lágt tal.

Eygleiðarar halda, at nú stríðið um valdið í Labour er byrjað, er okkurt sum bendir á, at tað kann fara at blíva eitt skitið stríð.

Ein av toppkandidatunum, 40 ára gamla Rebecca Long Bailey, hevur longu sagt, at Jeremy Corbyn fær 10 av 10 møguligum stigum frá henni. Hon hevur eisini sagt, at hon hevur brúkt seinastu fimm árini av lívinum til at "definera politikkin hjá Labour". Og hon fær stóran stuðul frá vinstrasinnaða vonginum, Momentum, sum eisini var við til at fáa Jeremy Corbyn fram at valdinum.

Kollektivt sjálvmorð
At ikki øll eru fegin um hennara uppstilling kom tó skjótt til sjóndar. Eitt nú segði fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin, Jack Straw við Daily Telegraph, at tað verður eitt "kollektivt sjálvmorð" fyri flokkin um ein sum heldur fram við vinstrasinnaðu linjuni hjá Jeremy Corbyn verður formaður.

Emma Thornberry, sum eisini stillar upp til formansvalið, var skjót at svara Long Bailey, at hon gav Corbyn 0 av 10 stigum.

Ein annar sum liggur væl fyri í kappingini at gerast formaður er 57 ára gamli Keir Starmer, sum í seinasta valskeiði var sonevndur skuggaráðharri í Brexit málum. Tað vil siga, at hann var orðførari hjá Labour í Brexit málum, men hann gjørdi undir valstríðnum greitt, at hann vildi hava eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit. Nú hevur hann kortini hálað í land í tí spurninginum.

Í Bretlandi er siður at fakfeløgini siga hvønn tey stuðla, og Keir Starmer fær millum annað stuðul frá størsta fakfelagnum, Unison, sum hevur sagt, at tað er neyðugt at savna flokkin aftur, og at Starmer er maðurin sum kann fremja tað í verki.

Tey sum stilla upp skulu í dag hava skaffað sær stuðul frá 22 Labour tjóðartingslimum. Tað hava ikki øll enn megnað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo