Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Ein maður skjeyt við Seven Kings-moskuna í Ilford í London seint í gjárkvøldið.

Løgreglutalsmaður sigur við Mirror at ein vápnaður maður royndi at koma inn í moskuna, men slapp ikki.

Hann skjeyt eitt skot, men eingin var særdur. Maðurin er ikki handtikin enn.

Moskan var fullsett í sambandi við ramadan-bøn.

– Stórt løgreglulið er á staðnum í nátt, sigur talsmaðurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo