Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Skótalívið er eitt tað besta frítíðarítrivið, vit kunnu bjóða okkara børnum!

Visti tú, hvat 11 av teimum 12 hava í felag, sum hava verið á mánanum?

Teir hava verið skótar!

Visti tú, hvat Bill Gates, Steven Spielberg, Barack O´Bama, Hillary Clinton og Lars Løkke Rasmussen hava í felag?

Tey hava øll verið skótar!

Vit sóu tað aftur í vikuskiftinum, tá vit vóru á legu á Selatrað við Leirvíks Páll. Eitt fantastiskt upplivilsi hjá børnunum, har tey í kuldanum vóru avbjóðað í mun til egin mørk og fóru úr síni tryggu og fjálgu “comfortzone” m.a. við at svimja á sjónum, rógva kano, gera jarnsmíð og kasta øksir. Hetta eru upplivilsir, tey annars ikki so ofta fáa høvi til, og sum tey bara mugu kasta seg í fyri at megna. Vit hildu kanska, at nøkur fá fóru at taka av avbjóðingini at snorkla á sjónum í kuldanum, tí kalt var tað. Men tey fýrdu ikki fyri, og mestsum øll lupu á bláman.

At skótaítrivið er ein grundleggjandi leiðaraútbúgving, síggja vit á hvørjum skótafundi, vit luttaka í. Børnini læra við at royna seg, ella “learning by doing”, sum Baden Powell sjálvur orðaði tað. Tey læra at klára seg, at hugsa um onnur, at verja náttúruna og at loysa truplar støður. Tey læra at leiða onnur frá barnsbeini av við tí grundleggjandi hugsjónini, sum skótaarbeiðið byggir á.

Hetta sóu vit eisini á leguni í vikuskiftinum, tá børnini fingu fleiri avbjóðingar. Tey hjálpast at og læra at taka atlit til hvønnannan, so teirra lið megnar avbjóðingina. Tey fáa ein stríðsvilja, har tey hugsa, at um onnur megna okkurt, so megni eg tað eisini. Vit sóu tað eisini, tá skótarnir, sum eru 11 til 12 ára gamlir sjálvir høvdu skipað fyri postarenning fyri hinum. Somuleiðis við legubálinum um kvøldið, har bæði úlvar og skótar stóðu fyri undirhaldinum. Tey læra á henda hátt at traðka fram, samstarva og skipa undirhald.

Tá yngru úlvarnir vóru farnir heim, skuldu eldru úlvarnir og skótarnir til náttarrenning at finna Baden Powell, sum var tikin og bundin fastur av nøkrum hermonnum. Hermennirnir vóru klæddir í hermannaklæðir og høvdu goymt seg ímillum trøini. Ein spennandi náttarrenning, har børnini aftur vóru avbjóðað í mun til kulda, myrkur, úthaldni og møði.

Onkur heldur uttan iva, at hetta er ov nógv av tí góða, men eg eri vís í, at tað er í tílíkum støðum at børnini mennast. Tey bróta egin mørk og vinna ein sigur hvørja ferð, tey megna avbjóðingina. Og øll børnini megnaðu avbjóðingina og fóru vælnøgd í posan púra útlúgvaði aftaná at hava rokast allan dagin úti í vøkru náttúruni á Selatrað. Legan endaði við gudstænastu í Selatraðar kirkju.

Eg eri vís í, at tá vit um 10 ár spyrja okkara børn, hvat tey serliga minnast afturá, eru tað tílík upplivilsir, sum standa fremst í teirra hugaheimi. So vissuliga er skótalívið eitt tað besta frítíðarítrivið, vit kunnu bjóða okkara børnum.

Sólrun Foldbo, bólkaráðsforkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo