Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Seinasta skotið Eysturoyarmegin í Eysturoyartunlinum varð í dag latið av við buldur og braki. Nógv fólk vóru til hesa fagnaðarløtu og eisini hoyrdist gleðirómurin, tá skotið varð fyri seinastu ferð. 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, var eisini við til hesa stóru løtu saman við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, Jóhannus Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu og Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu.

Teir tríggir borgarstjórarnir trýstu á knøttin, ið leysgav seinastu spreinging, og Heðin Mortensen, landsstýrismaður, rópti eitt trífalt hurrá, tí nú varð endiliga skotið ígjøgnum.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo