Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

- Føroyingar fáa nógv betri sømdir hjá okkum enn vit hjá teimum, er sjónarmiðið í Skotlandi og Hetlandi, nú Føroyar og ES hava gjørt sínamillum avtalu um fiskiskap næsta ár.

Í fleiri miðlum, teirra millum Undercurrent News, er formaðurin í hetlendska fiskimannafelagnum, Simon Collins, endurgivin fyri at siga, at tað er stórur munur á, at avtalan er til størri fyrimum fyri føroyingar enn skotar og hetlendingar.

- Makrelurin hevur stóran týdning fyri okkum. Kortini síggja vit, at ES enn einaferð setir áhugamálini hjá einum ikki-limalandi framum áhugamálini hjá einum limalandi. Hetta undirstrikar bara, at UK má sleppa sær burturúr hesum samstarvinum, jú fyrr jú betur, sigur hann. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo