List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú er gjørt klárt á Vaglinum at leggja skoytibreytina á. So er at vóna, at veðrið verður til vildar, tí ætlanin er, at breytin letur upp tann 15. november.

Á skoytibreytini verður sum vant tónleikur at hoyra og kaffi og kakao til keyps í sølubúðum nærindis. Breytin verður ætlandi opin frá 15. november 2019 til 15. januar 2020.

Skoytibreytin er opin soleiðis:
Mánadag – Fríggjadag 14 – 22
Leygardag 10 - 22
Sunnudag 14 – 22

Tó eru broytingar hesar dagar:
24. desember/jólaaftan – stongt
25. desember/1. jóladag – stongt
26. desember/2. jóladag – 16-22
31. desember/Nýggjársaftan 14-17
1. januar/Nýggjársdag 16-22

Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til itrott@torshavn.fo ella á fartelefon 291470. Til ber hjá stovnum at skoyta mánadag – fríggjadag millum kl. 9 – 14

Lesið annars meira HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo