Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: Tilsamans fimm fótbóltsskúlar verða í ár, og fríggjadagin og leygardagin, 28. og 29. juni, verða fótbóltsskúlarnir í Gundadali í Havn og á Svangaskarði á Toftum.

Hinir tríggir fótbóltsskúlarnir verða á Argjum, í Sørvági og á Eiði, og har ber enn til at boða frá luttøku. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Skráin fyri fótbóltsskúlarnar í Havn og á Toftum er hendan:

Toftir

Fríggjadagin
Kl. 13:00 Møta á Svangaskarði
Kl. 13:30 Venjing
Kl. 15:00 Matarsteðgur (luttakararnir fáa frukt)
Kl. 15:30 Venjing
Kl. 17:00 Liðugt

Leygardagin
Kl. 10:00 Venjing
Kl. 11:15 Stuttur steðgur
Kl. 11:30 Fótbóltskapping
Kl. 13:00 Døgurði
Kl. 13:30 Liðugt

Tórshavn

Fríggjadagin
Kl. 13:00 Møta í HB-húsinum
Kl. 13:15 Venjing
Kl. 14:45 Matarsteðgur (luttakararnir fáa frukt)
Kl. 15:15 Venjing
Kl. 16:45 Liðugt

Leygardagin
Kl. 10:00 Møta á Ovara vølli í Gundadali
Kl. 10:15 Venjing
Kl. 11:45 Døgurði
Kl. 12:45 Venjing
Kl. 15:00 Liðugt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo